- Løgmaður, uppskotið er óvirðiligt fyri Føroyar

bannari
- Løgmaður, uppskotið er óvirðiligt fyri Føroyar
Tað er ein lemjandi kritikkur, sum uppskotið hjá løgmanni um Stjórnarskipan Føroya fær frá tveimum av advokatunum í landinum.
 
15.08.2017 - 12:31

Advokatarnir, Christiani Andreasen og Annfinn V. Hansen, hava sent løgmanni viðmerkingar um uppskotið hjá løgmanni um stjórnarskipan.

Í sínum viðmerkingunum til stjórnarskipanaruppskotið siga Christian Andreasen og Annfinn V. Hansen, at uppskotið er í stríð við grundlógina, stýriskipanarlógina, tingskipanina og vanligan lóggávusið yvirhøvur.

Teir undrast á, at løgmaður leggur fram eitt slíkt uppskot.

- Fyri okkum sum løgfrøðingar er ógvuliga torført at fáa eyga á, hvat ein slík stjórnarskipan skal brúkast til. Upprunaliga varð grundlógararbeiðið sett í verk, tí Føroyar høvdu fullveldi á dagsskrá. Tá er sanniliga brúk fyri eini grundlóg ella stjórnarskipan. Nú er fullveldi eftir øllum at døma ikki á dagsskrá, men vit skulu allíkavæl hava eina stjórnarskipan. Stjórnarskipanin verður tí hvørki fuglur ella fiskur, skriva advokatarnir Christian Andreasen og Annfinn V. Hansen, og halda fram:

- Løgmaður sigur, at endamálið við stjórnarskipanini er, at hon skal vera eitt slag av samleikaskjali fyri Føroyar og føroyingar. Hetta er eftir okkara meting uttanumtos.

- Veruleikin er, at Føroyar undir núverandi umstøðum als ikki hava nakran tørv á eini nýggjari stjórnarskipan. Lat tað verða sligið fast, at Føroyar framvegis eru partur av danska kongaríkinum, og at danska grundlógin framvegis er galdandi fyri Føroyar, minna advokatarnir á í viðmerkingunum til løgmann.

Ikki tørvur á stjórnarskipan

Advokatarnir vísa harumframt á, at stýrisskipanarlógin er bara 20 ára gomul, meðan yvirtøkulógin og uttanríkispolitiska heimildarlógin eru bara 10 ára gamlar.

- Hvat skal stjórnarskipanin brúkast til?, spyrja advokatarnir

Christian Andreasen og Annfinn V. Hansen eftirlýsa eisini, hvønn stjórnarrættarligan status uppskotið um stjórnarskipan hevur. 

- Er stjórnarskipanin undir donsku grundlógini, og virðir hon galdandi heimastýrisskipan, soleiðis sum henda er broytt við yvirtøkulógini fyrá 2005?, spyrja advokatarnir.

Teir vísa á, at danska grundlógin verður ikki nevnd við einum orði í uppskotinum um Stjórnarskipan Føroya. 

- Í onkrum króki verður teskað, at stjórnarskipanin liggur ovast, meðan onkur annar vil vera við, at hon er "síðustillað" við donsku grundlógina. 

- Vit halda ikki, at tað sømir seg einum stjórnarleiðara at senda eitt so týdningarmikið mál til almenna hoyring, uttan at lógarteksturin gevur minstu ábending um, hvønn status stjórnarskipanin hevur, skriva Christian Andreasen og Annfinn V. Hansen.

Í stríð við grundlógina

Advokatarnir leggja ikki fingrarnar ímillum, men skíra bæði inngangin og grein-1 í uppskotinum til Stjórnarskipan Føroya at vera klárt í stríð við grundlógina og heimastýrislógina. 

- Í grein-1 í uppskotinum til stjórnarskipan verður sagt millum annað, at "alt vald í landinum er hjá Føroya fólki". Sum nevnt frammanfyri er hetta ikki rætt, so leingi sum Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, skriva advokatarnir.

Samanumtikið meta teir, at stjórnarskipanin er als ikki búgvin til nakra støðutakan.

- Uppskotið er óvirðiligt fyri Føroyar, og kann í ringasta føri gera okkum fullkomiliga fyri skommum, skriva advokatarnir, ið enda átta síður drúgvu viðmerkingarnar við hesari heilsan til løgmann:

- Lat uppskotið um stjórnarskipan liggja í skuffuni, til Føroyar eina ferð taka avgerð um at skipa okkum sum sjálvstøðug tjóð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858