Kjak: Ósemja um stjórnarskipan

bannari
Kjak: Ósemja um stjórnarskipan
A flaggdegnum komandi ár skulu vit eftir ætlan á fólkaatkvøðu um stjórnarskipan Føroya, men enn er ongin semja millum tey fólkavaldu á Løgtingi
15.08.2017 - 20:04

Uppskot til stjórnarkipan Føroya er til almenna hoyring, og gongst sum ætlað skulu vit til fólkaatkvøðu um átta mánaðir.

Fólkið skal taka støðu til stjórnarskipanina, men enn er ongin semja at hóma millum tey fólkavaldu í Løgtinginum.

Formennirnir á loysingar- og sambandsvonginum, Høgni Hoydal og Bárður á Steig Nielsen, kjakaðust í Degi og Viku í kvøld.

Uppskotið til stjórnarskipan Føroya kann lesast á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni, lms.fo, og til ber hjá øllum føroyingum at gera viðmerkingar til uppskotið.

Hoyringsfreistin er fríggjadagin 25. august.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652