Lættari um alt varð útlutað beinanvegin

bannari
16.08.2017 - 14:46
AktueltPolitikkur
Lættari um alt varð útlutað beinanvegin
Samgongan skal vísa, at ein fiskivinnunýskipan er á veg, og tí verða allir fiskidagar ikki lutaðir út beinanvegin, sigur Bjarni Hammer
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Tak niður


Tað hevði verið lættari hjá vinnuni at lagt fiskiskapin til rættis, um allir fiskidagarnir vóru lutaðir út beinanvegin, tí tað fer at bera til at flyta óbrúktar fiskidagar tvørtur um ársskiftið. Men samgongan skal vísa, at ein fiskivinnunýskipan er á veg, og tí verða allir fiskidagar ikki lutaðir út beinanvegin.
Tað ásannar Bjarni Hammer, formaður í Vinnunevndini hjá løgtinginum, nú tingið er farið undir 2.viðgerð av uppskotinum um fiskidagar fyri næsta fiskiár.


Bjarni Hammer staðfestir, at fiskifør kunnu brúka óbrúktar dagar í ár í næsta ár, sjálvt um bara ein triðingur av døgunum verða útlutaðir í ár.

Undir orðaskiftinum vísti Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum á, at verða allir fiskidagarnir ásettir nú, og tað fer at bera til at flyta dagar tvørtur um ár, so kann vinnunevndin skriva eitt samt álit.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. oktober
3-2
Sunnudag 22. oktober
Andaktin
Sunnudag 22. oktober
Norðurevropiski meistaraskapurin