Løkke kannar stjórnarskipanina

bannari
Løkke kannar stjórnarskipanina
Lars Løkke Rasmussen, danski forsætisráðharrin, fer nú upp í málið um føroysku stjórnarskipanina.
 
17.08.2017 - 19:26

Hann hevur boðað Føroyanevndini hjá Fólkatinginum frá, at hann sum forsætisráðharri hevur heitt á danska løgmálaráðið um at kanna, um uppskotið til stjórnarskipan er í stríð við donsku grundlógina.

Ríkisumboðið í Føroyum hevur týtt bæði uppskotini til føroysku stjórnarskipan frá 2010 og 2017 til danskt. 

Í 2011 segði Lars Løkke Rasmussen, sum eisini tá var forsætisráðharri, at uppskotið um stjórnarskipan var í stríð við grundlógina.

Danski forsætisráðharrin hevur í fleiri umførum sagt, at ein stjórnarskipan, sum fer út um donsku grundlógina, er tað sama sum at taka loysing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652