Eingin nýskipan í løgtinginum í august

bannari
25.08.2017 - 13:02
AktueltPolitikkur
Eingin nýskipan í løgtinginum í august
Eingin tingfundur verður fyrra partin í september
Løgtingsfók fara at ferðast og formansskapurin í fólkatinginum kemur hendanvegin, so eingin tingfundur verður í fyrru helvt í september.
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Uppskotið um fiskivinnunýskipan kemur ikki í løgtingið í august.

Tað hevur løgmaður annars lovað oftari enn eina ferð.

Millum annað ólavsøkudag.

Ikki komið í morgun

Tá vit tosaðu við løgtingsformannin, Páll á Reynatúgvu, fyri tingfundin í dag, hevði hann ikki sæð uppskotið á Løgtingsskrivstovuni.

Har skal tað vera í tríggjar yrkadagar, áðrenn tað verður lagt fram, so løgtingumsitingin hevur stundir at viðgera tað.

Løgtingsformaðurin er ikki sinnaður at víkja frá hesari tíðarfreistini.

Er uppskotið komið í løgtingið á middegi í dag, hann tað í fyrsta lagi leggjast fram týsdagin. Leygardagur telur sum yrkadagur.

Eingin tingfundur

Men støðan er bara tann, at týsdagin 29.august verður eingin løgtingsfundur.

Tingfundur verður ikki aftur fyrr enn hálvan september.

Orsøkin er, at týsdagin er Útnorðurráðið á fundi í Reykjavík. Tá tann fundurin er liðugur, fer Vinnunevndin til Japan.

Tá tingfólkini í Vinnunevndini eru komin heim aftur, kemur formansskapurin í fólkatinginum til Føroya. 

Hann verður her dagarnar 10.- 14.september.  

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. oktober
Hetjur í hæddunum
Mánadag 16. oktober
3-2
Sunnudag 15. oktober
Andaktin
Sunnudag 15. oktober
Møti úr Frelsunarherinum