Podcast: Hvat kunnu vit fáa burturúr at spæla sjónleik?
DREYMAR VIÐ HAVIÐ: Hoyr høvuðsleikararnar tosa um, hvat man fær burturúr at spæla sjónleik
12.09.2017 - 12:14

Vit menniskju hava framført og spælt sjónleik síðan tíðarinnar morgun. Man heldur, at sjónleikur hevur sín uppruna úr gamla Grikkalandi, og vit kunnu spora tekin um sjónleik heilt aftur til 300 ár fyri Kristus.
 

Men hvat er tað at spæla sjónleik? Kann ein sjónleikari fáa nakað burturúr at spæla eitt annað menniskja? Teir spurningarnar seta vit høvuðsleikarunum í háaktuella føroyska spælifilminum Dreymar við havið eftir Sakaris Stórá. 


HOYR PODCAST:

 

Gestir: Helena Heðinsdóttir Jørgensen og Juliett Nattestad
Vertur: Heidi L. Róadóttir
 


 

 


Tær báðar, Helena Heðinsdóttir Jørgensen og Juliett Nattestad, ið eru høvuðsleikararnir í føroyska spælifilminum Dreymar við havið, halda tað vera fantastiskt at fáa møguleikan at vera við í einum føroyskum spælifilmi. Tær vilja viðmæla øðrum at taka kjansin at leypa út í filmslist, um møguleikin er har.


 

- Tað er ómetaliga læruríkt. Filmur og sjónleikur er sum terapi fyri ein sjálvan, har tú lærir teg sjálvan at kenna og koma í kontakt við tínar egnu kenslur.

 

 

 

Síggj meira um filmin á teirra Facebook-síðu her.

 
 

 

 

At venja frælsan ítrott er ein stór avbjóðing í Føroyum Tórur Mortensen, ið er ein av teimum bestu í Norðurlondum stríðist hvønn dag við truplum venjingarumstøðum.
Føroyingar keypt 1.8 tons av gávum í Edinburgh Jólatíð er gávutíð. Gávur skulu keypast, og í summum førum eisini flytast til Føroyar. Tað sá man, tá ið Atlantic í vikuskiftinum fleyg eitt fult flogfar av føroyingum úr Føroyum til Edinburgh og aftur.
Jólainnkeyp sum lesandi Nú er aftur jól, og sum lesandi fáa vit ein tungan fíggjarligan stein at bera. Les her og fá meira at vita um, hvussu tú best sparir sum lesandi
8 teir bestu jólafilmarnir Kom í jólahýr við hesum jólafilmunum!
Adventskalendarin: Míni íslendsku jól Hoyr um teir 13 jólamenninar, jólakettuna, ið etur óskikkilig børn og nógv, nógv meir!