Ummæli: Hvør er søgan í filminum?
DREYMAR VIÐ HAVIÐ: Ein estetiskur filmur uttan tær óendaligu náttúrumyndirnar. Men hvør er søgan?
16.09.2017 - 17:20

Skrivað hevur: Hanna Davidsen

 

Sakaris Stórá, ið leingi hevur verið virkin í føroyska filmsheiminum, er nú klárur við sínum fyrsta spælifilmi, Dreymar við Havið.


Dreymar við Havið er ein sera vakur og estetiskur filmur. Ein sonn frægd fyri eygað!

Tað eru mest sum ongar typiskar náttúrumyndir, ið so ofta eru at síggja í føroyskum filmum. Men heldur eru tað nógvar vakrar nærmyndir av leikarunum, ið veruliga vísa, hvussu karakterirnir hava tað, uttan at siga tað ígjøgnum dialogin.

 

Filmurin virkaði eitt sindur langdrigin. Á ein løgnan hátt. Tað var allatíð ivi um, hvønn veg søgan fór. Tað vóru fleiri smáting, ið blivu blandaði uppí søguna í eina stutta løtu, men sum bert blivu heilt gloymd aftaná. Og tí vóru tað í so nógvir leysir endar og spurningar, ið man sat eftir við, tá ið filmurin var liðugur.



Sterkir leikarar bera søguna
Leikararnir í filminum vóru allir sera dugnaligir, serliga tá man hugsar um, at fleiri av teimum ongantíð hava spælt við í filmi fyrr.
 

Juliett Nattestad, ið fyri fyrstu ferð roynir seg innan fyri film, spælir leiklutin sum Ester. Hon dugdi sera væl, og tað, ið man legði mest merki til, var, hvussu væl hon dugdi at vísa kenslur við sínum andlitsbrái. Tá ið eingin dialogur var, vóru hennara sterku andlitsbrá nóg nógv til at fortelja søguna.
 

Helena Heðinsdóttir, ið spælir Ragna, var eisini sera dugnalig. Hon hevur tó roynt seg innan fyri film fyrr. Hon var við í Vetrarmorgun, ið Sakaris Stórá eisini hevur leikstjórnað.

Tað hevur heilt víst verið torført at spæla leiklutin sum Ragna, men hetta kom Helena Heðinsdóttir sera væl frá.

Skulu vit bara hyggja, tí hetta er ein føroyskur filmur?

Fleiri fólk hava tosað um, hvussu deiligt tað er at síggja ein film á sínum egna móðurmáli, tí man kann njóta filmin uttan nakran undirtekst. Men av og á var undirteksturin tó saknaður, av tí at dialogurin onkuntíð var eitt sindur óklárur og torførur at skilja.

 

Filmurin var tó okey, og man eigur næstan at hyggja at honum, eftirsum tað er ein føroyskur filmur. So um tú hevur nakran sum helst áhuga fyri føroyskari filmslist, ella um tær dámar vakrar filmar, so er Dreymar við Havið avgjørt verdur at síggja.

 

Men um tær ikki dámar at sita eftir við fleiri spurningum, tá ið ein filmur er liðugur, so er Dreymar við Havið kanska ikki nakað fyri teg.

 

 

Dreymar við Havið fær 4 út av 6 R'um

 

 
 

 

 

Tónleikur er ein roynd at skapa kosmos í kaos Dagligdagurin kann vera kaotiskur. Onkuntíð kann tað vera ringt at finna meiningina við tilveruni. Tá vendir Lea seg til tónleikin
Kom við Røddini á P40 "List virkar sum ein distraktión, ið gevur eygunum okkurt at tyggja á"
Tí er ítróttur týdningarmikil fyri teg 7 fyrimunir fyri tína sálarligu heilsu, ið koma av at vera kropsliga aktivur
Hvussu ávirka sosialir miðlar okkara sálarligu heilsu? Les um, hví sosialir miðlar eru vandamiklir fyri okkara sálarligu heilsu
Ein ósjónlig sjúka: Tunglyndi Vit hoyra ofta orðið ‘Tunglyndi’, ella á enskum, ‘depression’, men hvat merkir tað?