Podcast: "Eg hevði frí í 26 tímar tað summarið"
Vit hava hoyrt høvuðsleikararnar tosa um Dreymar við havið, lisið eitt ummælið av filminum, og so er ein grein komin út um filmin. Hesa ferð er tað leikstjórin sjálvur, ið fær orðið
19.09.2017 - 11:21

Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvussu hart arbeiði liggur aftan fyri at gera ein film? At har skulu fólk til at gera bæði ljós og ljóð, men eisini, at onkur skal vera við til at gera kaffi? Hvør einasti leiklutur telur, tá ein filmur verður gjørdur, og tí er allar rollurnar eins neyðugar.

 

 

Hóast ein leikstjóri hevur størstu ábyrgdina, so telur ein "runner" eins nógv við, tí uttan hesar rennarar og kaffibryggjarar og slíkt, hevði tað ikki gingið upp. Lurta og blív klókari upp á kynstrið at skapa ein film! 

 

 

HOYR PODCAST:

 

 

Gestur: Sakaris Stórá

Vertur: Heidi Lindenskov Róadóttir

 

 

Les eisiniPodcast: Hvat kunnu vit fáa burturúr at spæla sjónleik?

 

 

 

Sum leikstjóri í einum filmi liggur nógv tung ábyrgd á einum. Leikstjórin skal leiða øll á settinum ígjøgnum filmin og siga, hvussu filmurin skal vísast fram. Tað er ígjøgnum eyguni á leikstjóranum, at vit síggja filmin. Sakaris Stórá hevur leikstjórnað filmin Dreymar við havið og vil viðganga, at sum leikstjóri hevur man ongantíð frí.

 

 

- Eg gekk ógvuliga høgt uppí, at leikarar og øll onnur fólk kláraðu at kobla úr eftir at hava filmað í ein dag, men sum leikstjóri ber tað ikki ordiliga til. Man byrjar um morgunin, har tað verður planlagt, og síðani fer man til upptøkurnar, sum kunnu vara ógvuliga leingi, og so planleggur tú næsta dagin, og síðani kemur tú heim og hugsar eitt sindur um leikritið gongur ígjøgnum, og so fert tú í song og droymir um alt, og so fert tú upp aftur dagin eftir. Soleiðis koyrir tað í 6 vikur.

 

 

 

 

Les meira um filmin á Facebook-síðu teirra her.

 
 

 

 

Hevði tú yvirlivað G! festivalin í einum pappkassa? Til G! festivalin 2018 bar til at keypa sær papptjald í staðin fyri eitt vanligt. Barbara Dahl McBirnie keypti saman við vinkonuni eitt papptjald
Hvat gongur fyri seg á screwgonguni á G! Tað var gott lag í Gøtuí dag, 13.juli 2018, kl. 16.00. Dansur, róp, sangur, hugnaligt prát og glaðir festival gestir fylti vegin millum Norðagøtu og...
Ymsar meiningar um høvuðsnavnið á G! Rag’n’Bone Man er høvuðsnavnið á G! Festivalinum 2018. Í gjár, 11 juli spældi hann á sandinum. Røddin hevur verið og spurt, hvat tey á teltøkinum...
Mikudagur á G! Í gjár byrjaði ársins G!-festivalur. Lagið var gott, og nógv fólk vóru møtt til fótbólt, tónleik og hugna. Til hálvfinaluna millum Ongland og Kroatia...
Mikudagur á G!