Vit hoyra um Vitello, og hendan søgan eitur "Vitello fær eina ólekkra gentu". Vitello spælir ikki við gentur, og hendan her, sum er flutt inn í nummar 27 og eitur Kamma, er púra vist ein genta. Ein genta, sum sigur, at hon eigur ein klikkaðan hamstara. Og Vitello hevur aldri nakrantíð sæð ein klikkaðan hamstara.
Tað er Kim Fupz, sum skrivar um Vitello, Sjúrður Gullbein týðir til føroyskt, og Jensina Olsen lesur. Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina.