Stílurin: Anna Rósa Durhuus
Sokkar, sokkar og meira sokkar!
30.09.2017 - 16:31

Hesa ferð er tað Anna Rósa Durhuus, sum vísir okkum sín stíl. Tað, ið serliga eyðkennir stílin hjá Annu Rósu, eru allir teir stuttligu sokkarnir, ið hon gongur í.

 

 

- Eg haldi ikki, at eg gangi so ótrúliga høgt uppí, hvørjum klæðum eg eri í. Men eg hevði allíkavæl ikki funnið uppá at farið í skúla ella til arbeiðis í joggingklæðum.

 

Anna Rósa sigur, at stílurin hjá henni kann vera eitt sindur skiftandi. Onkrar dagar er hon í skjúrtu og fínum klædningsbuksum. Aðrar dagar fer hon heldur í eina einfalda troyggju og einar cowboybuksur.

 

- Eg vildi lýst mín stíl sum "basic with a twist"! 

 

 

Anna Rósa finnur íblástur til sín stíl á Instagram. Har sær hon alt møguligt, ið gevur henni íblástur til at seta klæðir og litir saman uppá ymiskar mátar.

 

- Mær dámar væl at ganga í neutralum og myrkum litum, men fyri at tað ikki skal blíva alt ov keðiligt, so pifti eg ofta outfittið upp við kulum og litríkum sokkum! 

 

 

Anna Rósa keypir síni klæðir á ASOS og í handlum uttanlands, tá ið hon er og ferðast.

 

- Eg keypi sjáldan klæðir í Føroyum. Tí tá man finnur okkurt pent her, sum til dømis eina blusu, so eru tað næstan altíð einar 10 aðrar gentur, ið longu eiga akkurát líka blusu. 

 

Hon keypir sum oftast hennara kulu sokkar á Ebay og ASOS, tí har er eitt stórt úrval av øðrvísi og stuttligum sokkum, ið ikki eru alt ov dýrir.

 

- Eg havi akkurát bestilt eina gula troyggju og fleiri pør av sokkum á netinum. Men nú haldi eg, at eg havi keypt ríkiliga nógvar sokkar. So mítt næsta keyp verður sikkurt eitt lekkurt par av buksum!

 

 

 

 
 

 

 

Hevði tú yvirlivað G! festivalin í einum pappkassa? Til G! festivalin 2018 bar til at keypa sær papptjald í staðin fyri eitt vanligt. Barbara Dahl McBirnie keypti saman við vinkonuni eitt papptjald
Hvat gongur fyri seg á screwgonguni á G! Tað var gott lag í Gøtuí dag, 13.juli 2018, kl. 16.00. Dansur, róp, sangur, hugnaligt prát og glaðir festival gestir fylti vegin millum Norðagøtu og...
Ymsar meiningar um høvuðsnavnið á G! Rag’n’Bone Man er høvuðsnavnið á G! Festivalinum 2018. Í gjár, 11 juli spældi hann á sandinum. Røddin hevur verið og spurt, hvat tey á teltøkinum...
Mikudagur á G! Í gjár byrjaði ársins G!-festivalur. Lagið var gott, og nógv fólk vóru møtt til fótbólt, tónleik og hugna. Til hálvfinaluna millum Ongland og Kroatia...
Mikudagur á G!