Kom við Røddini á Glasir
Her fara studentaskúlanæmingar í Havn vónandi at ganga í skúla í 2018
02.10.2017 - 10:39

Tikið myndir og filmað: Hanna Davidsen

 

Í vikuskiftinum skipaði Arkitektafelag Føroya fyri Arkitekturardøgum 2017, og har var møguligt at vitja nýggja miðnámsskúlan Glasir í Marknagili. Røddin var sjálvandi til staðar at taka myndir og video.

 

 

Eftir ætlan verður liðugt við skúlaársbyrjan 2018, og í løtuni eru fólk og arbeiða 24/7 fyri at tryggja, at hendan tíðarætlanin heldur. Tá skúlin er liðugur, fara studentaskúli, handilsskúli og tekniskiskúli allir at húsast undir einum taki; einir 1300 næmingar og umleið 200 lærarar.

 

Planurin fyri allar hæddirnar.

 

 

Bygningurin hevur eitt serligt skap, ið minnir eitt sindur um nýggja BankNordik. Hetta serstaka skap er allarhelst partur av orsøkini til, at skúlin fer at kosta umleið hálva milliard.

 

Takið í miðjuni er av sama tilfari sum tað í BankNordik bygninginum, og hetta ger, at tað er ógviliga ljóst, men hetta elvir eisini til, at tað fer at larma, tá tað regnar. Landsverk lovar tó, at larmurin ikki fer at hoyrast inni í skúlastovunum. Har verður næstan bara betong og stál nýtt í byggingini, og har verða terassur á øllum hæddunum.

 

 

HOYR REGNIÐ:

 

 

 

 

 

Soleiðis síggja skúlastovurnar út. Tær eru allar áleið 64 fermetrar, ið er yvir miðal í Føroyum, men tær síggja eitt sindur lítar út. Tað gera tóm rúm altíð. Upprunaliga skuldu tær vera 72 fermetrar, men tað bleiv spart burtur.

 

Sum sæst á bygninginum eru nakrar lonir, ið hanga í leysari luft. Tað ger t.d. ein av fysikstovunum, men tað merkti mann slett ikki. Maðurin frá Landsverki greiddi frá, at í ódnini á jólum í fjør merktiskt einki til sveiggj ella nakað, og hetta var áðrenn tann lonin var liðugt bygd, so tað er enn og tryggari nú.

 

 

Mitt í Glasi verður stórt atrium, ið fer at virka sum samkomuhøll. Har verður stór trappa, ið fer at minna eitt sindur um hana í Vágsbotni. Trappan fer bæði at virka sum trappa og uppihaldsstað, har verða dupulttrin, ið gera at mann eisini kann sita har.


Fleiri arkitektoniskar myndir av Glasi kunnu síggjast her.

 

 
 

 

 

Adventskalendarin: Míni skilsmissujól Planlegging, planlegging og planlegging...
At venja frælsan ítrott er ein stór avbjóðing í Føroyum Tórur Mortensen, ið er ein av teimum bestu í Norðurlondum, stríðist hvønn dag við truplum venjingarumstøðum.
Føroyingar keypt 1.8 tons av gávum í Edinburgh Jólatíð er gávutíð. Gávur skulu keypast, og í summum førum eisini flytast til Føroyar. Tað sá man, tá ið Atlantic í vikuskiftinum fleyg eitt fult flogfar av føroyingum úr Føroyum til Edinburgh og aftur.
Jólainnkeyp sum lesandi Nú er aftur jól, og sum lesandi fáa vit ein tungan fíggjarligan stein at bera. Les her og fá meira at vita um, hvussu tú best sparir sum lesandi
8 teir bestu jólafilmarnir Kom í jólahýr við hesum jólafilmunum!