Radarin: Fólkaskúlin skal vera fyri øll

04.10.2017 - 18:19
AktueltSamfelag
Radarin: Fólkaskúlin skal vera fyri øll
Fólkaskúlin er bara fyri tey, sum velja eina bókliga lívsleið, siga lærarar og foreldur. Játtan eigur at vera eyðmerkt til handaligar lærugreinar
Mynd: Savnsmynd  
 
 

Tak niður

Skúlin á Løgmannabreyt og Hoyvíkar Skúli hava ongar handaligar ella kreativar væl-lærugreinar á tímatalvuni hjá 8. og 9. flokkunum í ár. Fleiri skúlastjórar vilja hava ikki-bókligu lærugreinirnar eyðmerktar á játtanini til fólkaskúlan, tí eingin játtan er til hesi fak.

Tað merkir, at tímarnir skulu takast onkra aðrastaðni, siga Høgni Joensen, skúlastjóri á Løgmannabreyt og Jens á Skipagøtu, varaskúlastjóri í Hoyvíkar Skúla.

Skúlin við Løkin bjóðar fimm val-lærugreinar, sum ikki eru bókligar til 8. og 9. flokkar. Hetta verður millum annað gjørt við at leggja 6 flokkar saman tríggjar tímar týsmorgun. Tríggjar 8. flokkar og tríggjar 9. flokkar. Tað eru 121 ung, sum so velja millum fimm val-lærugreinar.

Men Durita Joensen, stjóri á skúlanum við Løkin viðgongur, at tað ikki er lætt at fáa tímarnir at ganga upp. 

Rigmor Dam, Landsstýriskvinna í mentamálum heldur, at handaligu lærugreinarnar skulu raðfestast, og at vit skulu hugsa alt skúlaøkið øðrvísi.

Hon er samd við skúlaleiðsluni í Hoyvíkar Skúla í, at tað eru ov nógvar kravdar lærugreinar í framhaldsdeildini.

Hoyr Radaran her

 
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. oktober
Hetjur í hæddunum
Mánadag 16. oktober
3-2
Sunnudag 15. oktober
Andaktin
Sunnudag 15. oktober
Møti úr Frelsunarherinum
Hósdag 12. oktober
Kendir føroyingar: Kjølbro