Góðan morgun Føroyar

Altjóða læraradagur er í dag
05-10-2017
- Stóra avbjóðingin er nýggja tøknin, sigur formaðurin í Lærarafelagnum

Í dag er altjóða læraradagur.


Sambært formanninum í Føroya Lærarafelagið, Herálvi Jacobsen, hevur lærarayrkið tað gott í Føroyum.


- Lærarayrkið hevur tað gott. Vit hava ein lærarahóp, sum er eldhugaður og fremur eina góða og fjøltáttaða undirvísing undir teimum kørmunum, sum nú einaferð eru. Og teir kundu kanska verið betri, sigur Herálvur Jacobsen, sum vísir á, at avbjóðingar eru:


- Stóra avbjóðingin er digitaliseringin av samfelagnum, nýggju miðlarnir, sum eru komnir, og tær øgiligu avbjóðingar, sum tað er, tá nú øll informatión verður flutt á digitala pallin, sigur Herálvur Joensen.


Í morgunsendingini greiddi hann frá lærarayrkinum og stóru avbjóðingunum, sum eru fyri framman.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024