- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Faðir og dóttir fortelja bíbliusøgur
09-10-2017
Arni Zachariassen og dóttirin gera podcast við andaligum tilfari
Lý og Arni lesa Bíbliuna.
Soleiðis eitur ein spildurnýggjur podcast ella podvarp, sum Arni Zachariassen ger saman við átta ára gomlu dóttrini, Lý.
Endamálið við podvarpinum er at geva børnum og foreldrum høvi at hoyra bíbilskt tilfar saman.
- Íblásturin fái eg frá dóttrini, tá vit bæði práta saman. Og tí práta vit í podcastinum um tað, sum upptekur hana, sigur Arni Zachariassen.
Ætlanin er, at tey leggja eina sending út á netið umleið 14. hvønn dag.
Til ber at hoyra podvarpið á heimasíðuni lyogarni.com og á Youtube.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024