- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Týsdagin er altjóða sálarheilsudagur, og sálarheilsa er eitt evni, sum sjóneykan verður sett á hesa vikuna í morgunsendingini.
Hvat skal ein fyritøka hugsa um, tá ein persónur við sálarligum avbjóðingum er í starvi?
Hetta er nakað, sum tey á Reyni Service hava royndir við, tí fyritøkan hevur í fleiri umførum havt starvsfólk, sum sálarliga hava avbjóðingar.
-Tað riggar væl. Tað týdningarmiklasta er, at mann fer við fólkunum akkurát sum flest fólk, tí so fungera tey í einum toymi. Tað er kanska akkurát tað, tey treingja til, sigur Jakup Mørk, fíggjarleiðari í Reyni Service.
Sambært honum setur tað ávís krøv til fyritøkuna, um samstarvið skal rigga. Eitt nú skal fyritøkan vera tilvitað um disiplin.
- Tey fáa álit og læra at arbeiða í føstum karmum. Bara tað at møta fast klokkan átta, tað er ikki altíð ein sjálvfylgja hjá teimum, sigur Jákup Mørk og heldur fram:
- Álit og fastir karmar er tað, tey hava tørv á. Og so at vísa teimum, at tey duga og kunnu geva sítt míkast til fyritøkkuna, sigur Jákup Mørk.
Fyrr í ár gjørdist Reyni Service Ársins rúmligi Arbeiðsgevari.