Góðan morgun Føroyar

Fakfelagsformenn kjakast um krónur og prosent
09-11-2017
Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagið, og Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, skifta orð um, hvussu lønarhækking skal vera

Fleiri fakfeløg hava verið og eru til lønarsamráðingar í hesum døgum. Starvsmannafelagið hevur júst verið til lønarsamráðinga. Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið eru samd um ein sáttmála, har lønin hjá limunum hækkar 633 krónur um mánaðin fyrra árið og 754 krónur afturat seinna árið. Tað vil siga, at øll, sum eru lønt eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum, hava fingið í alt1387 krónur afturat um mánaðin 1. oktober næsta ár.
Men Ikki øllum fakfeløgum dámar leistin hjá Fíggjarmálaráðnum, at  samráðast  um krónur heldur enn prosentir. Formaðurin í Lærarafelagnum, sum situr við samráðingarborðið nú, sigur, at hetta gongur út yvir skúlaleiðslurnar og lærarar á endastigi - tí teir høvdu kunna fingið meira burtur úr lønarhækking var í prosentum ístaðin fyri krónum. 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024