- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava 8.000 krónur meira um mánaðin
09.11.2017 - 18:32
Innlendis›Samfelag
Vilja hava 8.000 krónur meira um mánaðin
Sum frálíður skal lønin minst 8.000 krónur upp um mánaðin, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum
Pedagogfelagið hevur stuðul frá álitisfólkunum til at fara í verkfall, um tað skal vera.
Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, sum vil enda við einari lønarhækking uppá eini 8.000 krónur mánaðin yvir tíð.
Sum er samsvarar lønarlagið ikki við útbúgvingarstøðið, sigur Jógvan Philbrow.
Nevndin í Pedagogfelagnum hevur í dag havt fund við álitisfólk og síðani nevndarfund.
Hoyr samrøðuna her
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV