Háfoss: Líka útbúgving gevur ikki líka løn

03.01.2018 - 14:13
InnlendisPolitikkur
Háfoss: Líka útbúgving gevur ikki líka løn
Landsstýriskvinnan kveistrar til viks kravið frá Pedagogfelagnum um at fáa sama lønarkarm sum sjúkrarøktarfrøðingar, 10 prosent yvir tvey ár
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Líka útbúgving gevur ikki líka løn. So einfalt er tað. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, kveistrar til viks kravið frá Pedagogfelagnum um at fáa sama lønarkarm sum sjúkrarøktarfrøðingarnir, ið fingu stívliga 10 prosent í lønarhækking í tvey ár.

Tá Kristina Háfoss 20. november í fjør skrivaði undir nýggjan sáttmála við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, varð hon spurd um lønarhækkingina í prosentum. Landsstýriskvinan svaraði:

-Samanlagt er lønarhækkingin smá 10 prosent yvir tvey ár, tað eru knøpp fimm prosent árliga.

Orðini frá Kristinu Háfoss vaktu ans í Pedagogfelagnum, sum tá skuldi undir sínar sáttmálasamráðingar.

Í dag sigur Kristina Háfoss, at vanligir sjúkrarøktarfrøðingar hava ikki fingið 10 prosent lønarhækkan yvir tvey ár, men fimm prosent yvir tvey ár. Restin av karminum er farin til at lønir og umflokkingar hjá leiðarum, sum afturfyri missa yvirtíð og onnur gjøld.

Tað stendur framvegis í botni í samráðingum millum Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) hinumegin. Kristina Háfoss, sum skal góðkenna nýggju sáttmálarnar við allar námsfrøðingar, vísir nú á, at karmurin í sáttmálinum við Starvsmannafelagið er støðið fyri sáttmálum hjá øllum tí almenna arbeiðsmarknaðinum:

-Samlaði kostnaðurin í meðal fyri allar sáttmálasamráðingarnar, fyri landið og tað almenna, skal liggja á umleið 2,3 prosent fyrsta árið og umleið 2,5 prosent næsta árið, sigur Kristina Háfoss.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir fóru til samráðingar við herrópinum "rættið skeivleikan". Tað tók landsstýriskvinnan undir við. Kristina Háfoss segði tað vera neyðugt at lyfta henda fakbólkin. Pedagogfelagið er farið til samráðingar við herrópinum "líka útbúgving, líka løn". Tað tekur landsstýriskvinnan ikki undir við.

-Grundleggjandi haldi eg ikki, at líka útbúgving skal geva líka løn. Tí so kundi man bara gjørt eitt "bachelor-fakfelag" og so fingu øll somu løn, uttan mun til, hvat arbeiði tey gjørdu. Tað undrar meg, at man ikki hyggur eftir, hvat arbeiði verður gjørt, sigur Kristina Háfoss.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum vísir á lønarnevndararbeiðið, sum Fíggjarmálaráðið setti ígongd í 2016, men sum tó ikki er liðugt enn. Har skulu møguligar umflokkingar gerast, meðan vanligar lønarhækkingar skulu fylgja yvirskipaða karminum, sigur Kristina Háfoss.

Hoyr samrøðu við Kristinu Háfoss við at trýsta á pílin undir myndini.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010