- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin fiskivinnuavtala millum Føroyar og Ísland
03.01.2018 - 18:43
Innlendis›Samfelag
Eingin fiskivinnuavtala millum Føroyar og Ísland
Einki røkist fyri nakrari fiskivinnuavtalu millum Føroyar og Ísland, og skip úr báðum londunum sleppa ikki at fiska inni hjá hvørjum øðrum
Føroyska Fiskimálaráðið metir Ísland at hava sett úr gildi eina galdandi avtalu, sum loyvir føroyskum skipum at fiska lodnu í íslendskum sjógvi í ár. Tí fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum í morgin áðrenn.
Enn er eingin nýggjur fundur avtalaður millum landsstýrið og íslendsku stjórnina.
So leingi eingin avtala er millum londini, sleppa føroysk skip ikki at fiska í íslendskum sjógvi og íslendsk skip sleppa ikki at fiska í føroyskum sjógvi.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV