Meg minnist

Meg minnist: Eivind Weyhe (1:4)
07-03-2018
Jógvan Arge hittir vágbingin Eivind Weyhe, magistara, á Fróðskaparsetrinum. Fyrsta sending

Meðan hann las norðurlendsk mál í Keypmannahavn, hevði vágbingurin Eivind Weyhe á hondum øll tey føroysku kvæðahandritini, sum funnust í donskum søvnum. Tey flestu vóru á Árnasavninum og Kongliga bókasavninum.

Eivind handfór øll handritini, tá tey vórðu kopierað. Tey røkka aftur til Svabosa tíð í 1700-talinum og fevna um nógv ymisk søvn og uppskriftir frá 1800-talinum.

Serlig ferð kom á savnanina, tá danin H.C. Lyngby í 1817 hevði fingið snevilin av Sjúrðarkvæðunum millum føroyingar. Onkur av hesum søvnum eru nú í varðveitslu í Føroyum.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023