Góðan morgun Føroyar

Vakurleikakapping: Føroyingar eru fordómssinnaðir
07-03-2018
Kvinnurnar, sum stillaðu upp í vakurleikakappingini Miss Faroe Islands í fjør, siga seg hava møtt nógvum fordómum.

Herfyri skrivaði Maria Andreasdóttir eina grein á vice.com um tiltakið Miss Faroe Islands, sum varð hildið til tiltakið Burn Showdown í november 2017.


Átta kvinnur luttóku til Miss Faroe Islands, og Maria Andreasdóttir var sjálv ein av teimum. Maria er eisini journalist og hevur aftaná tiltakið skrivað eina grein um upplivingina og fatanina, sum hon fekk av kappingini í Føroyum, og í gjøgnum samrøður við aðrar luttakarar, lýsir hon tað sum eitt stríð at stilla upp til Miss Faroe Islands, tí Føroyar eru stýrdar av siðvenjum og jantelóg.


Sambært Mariu møttu kvinnurnar nógvum fordómum. Nakrar kvinnur siga seg hava verið úti fyri happing, tí tær gera upp við normarnar og stilla upp. Av tí sama vóru tað eisini fleiri kvinnur, ið ikki vildu stilla upp.


Turið Elinborgardóttir, sum skipaði fyri tiltakinum, greiðir frá sínari fatan av kappingini í Føroyum. Hon heldur, at kvinnurnar møttu nógvum fordómum og høvdu trupult við at finna stuðlar til kappingina, men við hvørt ger greinin tað verri enn tað var. Sjálv hevur hon luttikið í Miss Denmark í 2016 og vann heitið Miss Earth Denmark 2016.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024