Góðan morgun Føroyar

Øssur við í American Ninja Warrior
09-03-2018
Sunnudagin verður Øssur Debes Eiriksfoss at síggja í American Ninja Warrior

Sunnudagin ber til at síggja Øssur Debes Eiriksfoss á amerikansku sjónvarpsrásini NBC, har hann kappast í eini heilt serligari útgávu av American Ninja Warrior.

Tað var í 2016, at føroyski ítróttarmaðurin var at síggja á føroyska liðnum Team Søpapagøjerne í Danmarks Ninja Warrior. Føroyska liðið kláraði seg so mikið væl, at tey vunnu ta kappingina.

- Stutt aftan á setti framleiðarin av American Ninja Warrior seg í samband við meg og spurdi, um eg vildi koma yvir til Las Vegas og vera við á Team Europe, fortelur Øssur Debes Eiriksfoss.

Í summar var hann so í Las Vegas og luttók í American Ninja Warrior.

Av tí at sendingin ikki verður víst fyrr enn sunnudagin, kann Øssur Debes Eiriksfoss ikki siga nakað um, hvussu tað gekst sær í kappingini, men hann sigur, at amerikansku framleiðararnir vóru rættiliga áhugaðir í føroysku luttøkuni.

- Eitt amerikanskt filmslið var í Føroyum í summar, og tey gjørdu upptøkur millum annað við Gjógv, í Kirkjubø og í Gásadali, sigur Øssur Debes Eiriksfoss.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024