Heit kelda í Eysturoyartunlinum

13.06.2018 - 18:36
InnlendisSamfelag
Heit kelda í Eysturoyartunlinum
Ein heit kelda er møguliga funnin í Eysturoyartunlinum, og jarðfrøðingar á Jarðfeingi, fara í næstum at kanna kelduna

Fyri umleið trimum vikum síðani raktu arbeiðsmenn í Eysturoyartunlinum brádliga við heitt vatn Tofta-megin rundkoyringina. Økið, har rúkandi vatnið er funnið, er áleið 425 metrar frá rundkoyringini ímóti Rókini.

Okkurt bendir á, at tað er ein heit kelda, sum er funnin í Eysturoyartunlinun, og sum vónandi kann svara, hvaðani heita vatnið í Kollafirði stavar, og um hetta heita vatnið kann nýtast sum orka.

Jarfrøðingarnar á Jarðfeingi fara í næstum at almannakunngera eina frágreiðing um, hvar heita vatnið í Kollafirði kemur frá, og hvussu tað ferðast.

Keldan í Eysturoyartunlinum kann møguliga vátta eina hypotesu, sum jarðfrøðingarnar hava um, at heita vatnið í Kollafirði kemur frá einari langari rivu, sum gongur hvørtur um fleiri oyggjar.

Jana Olavsdóttir vísir á, at jarðfrøðingarnir hava eisini varhugan av, at tað er fleiri líknandi rivuskipanir í Føroyum.

Leysligar metingar hjá Jarðfeingið vísa, at orka er í heita vatninum í Kollafirði til at hita 150 vanlig sethús, um ein hitapumpuskipan verður nýtt. Sum nú er, rennur vatnið á sjógv.

Hoyr samrøðu við Janu Ólavsdóttir omanfyri.

Á Facebook liggur filmur av heitu kelduni (Kelda, video: Hjalmar Suni Juul): 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858