- Hetta er tað ringasta árið nakrantíð

10.08.2018 - 11:18
Útheimurin
- Hetta er tað ringasta árið nakrantíð
Soleiðis sigur føroyingurin Meinhard Saint John, sum býr í Kalifornia, har skógareldar herja.

Brandmenn fáa ikki tamarhald á nógvu eldunum í Kalifornia, har tað er ógvuliga heitt í løtuni.

Tað sigur føroyingurin Meinhard Saint John, sum býr í býnum San Fransisco í Kalifornia.

Størsti skógareldurin nakrantíð herjar í Kalifornia. Einir 17 eldar brenna samstundir og fleiri enn 13.000 brandmenn og 2.300 hermenn eru settir inn at basa eldunum, sum fevna um einar 2.500 ferkilometrar tilsamans.

Øska er í luftini nógva staðni, og øll merkja onkursvegna skógareldarnar.

Hitin setir met í Kalifornia í ár, og tað er ein orsøk til hættisligu støðuna, sigur Meinhard Saint John, sum býr í Kalifornia. 

Í Mendocino County nakað norðanfyri San Fransisco, har Meinhard St. John býr, er alt í ljósum loga. Nógvi hitin ger, at sokallaðar eld-melduródnir verða skaptar.

Nógv fólk eru ávirkað av mongu eldunum, eitt nú í Orange County eru 20.000 fólk evakuerað.

Í gjár koyrdi Meinhard frá San Fransisco suður til Los Angeles. Øska er í luftini og allastaðni koyra brandbilar.

Hildið verður, at einir 17 eldibrandar loga í senn - heilt úr norðasta Kalifornia til har suðri við Los Angeles. 

Yvir 14.000 brandmenn og 2.300 hermenn eru settir inn at basa eldunum, sum fevna um útvið 3.000 ferkilometrar tilsamans.

Men tað gongur illa at fáa tamarhald á eldunum, og til dømis hava brandmenninir bara tamarhald á 30 prosentum í tí størsta eldinum í Mendocino, tann størsti í Kalifornia nakrantíð (1.200 ferkilometrar).

Fólk í Kalifornia eru annars von við skógareldar, men í ár er nógvar ferðir verri, tí tað er so heitt og turt.

Hoyr stuttu samrøðuna við Meinhard Saint John í brotinum omanfyri. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819