Sumbiar kommuna vil byggja kirkjugarð á Leiti

Sumbiar kommuna vil byggja kirkjugarð á Leiti
Sumbiar sóknar kommuna hevur fingið tilsøgn um at kunna keypa 400 fermetrar av jørð á Leiti, sum er millum Lopra og Akrar. 
 
12.09.2018 - 08:52

Kommunan hevur sett av pening á fíggjarlógini fyri næsta ár at keypa økið á Leiti, tí kirkjugarðurin skal víðkast.

Verðandi kirkjugarður er ikki fullur. Eini 20 legur eru eftir, sigur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri. Næsta ár verður farið undir at velta jørðina. 

Eisini í Miðvági verður arbeitt við at víðka kirkjugarðin.

Kommunan hevur keypt lendi fyri 1.6 milliónir krónur at brúka til kirkjugarð. Talan er um góðar 16.000 fermetrar av jørð, sum er beint við gamla kirkjugarðin. 

Hetta økið skal partvíst brúkast til kirkjugarð og betri parkeringsviðurskifti har, men eisini til íbindingarveg til kirkjugarðin og miðstaðarøki.

Í løtuni verður grivið út, so at kirkjugarðurin í Miðvági fær 50 legur afturat. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858