- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Roll over Rani and tell Janus the news
12-09-2018
Føroyskir tónleikarar tulka nøkur av kendu løgunum hjá slóðbrótaranum, Chuck Berry
Í kvøld og í annaðkvøld fara tónleikarar at heiðra Chuck Berry við konsert og frásøgn í ávíkavist Spaniastovu í Klaksvík og á Reinsarínum í Havn.
Meinhard Jensen fer at siga frá um Rock and Roll undangongumannin, og sangir hansara verða tulkaðir av Janusi Petersen, gittar, Jens Paula Joensen, trummur, Jógvan Fróða Baldvinsson, bas, og Rana Nolsøe, gittar.
Janus Petersen og Rani Nolsøe vitja morgunsendingina og hugleiða um mannin, sum broytti tónleikin í 1950unum.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024