- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Fólk, ið bera okkurt brek, ella hava eina øðrvísi útsjónd enn tey flestu, eru ógvuliga hugtakandi, og tey eru so sanniliga vøkur. Tað er tað, eg vil avmynda.
Orðini eigur kendi myndamaðurin Rick Guidotti, sum í hesum døgum er í Føroyum. Tað er Megd, felagsskapurin fyri tey, ið bera brek, sum hevur fingið myndamannin til Føroya.
Seinastu 20 árini hevur Rick Guidotti einans avmynda fólk, sum á ein ella annan hátt hava eina sermerkta útsjónd. Áðrenn tað tók hann myndir av fleiri av teimum heilt stóru fotomodellunum so sum Cindy Crawford og Claudia Schiffer.
- Eg sá einaferð eina gentu, sum var albino. Hon stóð við eitt busskýlið, hugdi beint niður og gjørdi sum heild lítið burtur úr sær sjálvari. Onkursvegna bleiv eg alt fyri eitt hugtikin av hennara útsjónd, og bað hana lata meg avmynda seg. Hetta vildi hon, og tað bleiv ein fantastisk uppliving, tí eg sá, hvussu hon
spakuliga fekk størri sjálvsálit og dugdi at síggja, at hon - við síni sermerktu útsjónd - var vøkur, sigur Rick Guidotti.
Hesar dagarnar, hann er í Føroyum tekur hann myndir, sum eftir ætlan verða at síggja í Norðurlandahúsinum í desember, í sambandi við at tann 3. desember er altjóða dagur teira, ið bera brek.