Góðan morgun Føroyar

Arne vil hava føroysk vinnulívsfólk á Kilimanjaro
13-09-2018
- Tað, sum tú lærir á einum túri niðan á Kilimanjaro, kann heilt víst brúkast í leiðarastarvinum, sigur Arne Vatnhamar

Í apríl næsta ár fara føroysk vinnulívsfólk eftir ætlan til Tanzania og upp á hægsta fjallið í Afrika, Kilimanjaro.

- Hetta er eitt skeið, sum er ætlað teimum vinnulívsfólkunum, ið ynskja sær eina persónliga avbjóðing.

Soleiðis sigur Arne Vatnhamar, ið skipar fyri hesum heldur øðrvísi leiðaraskeiðnum. Sjálvur hevur hann sum fyrsti og einasti føroyingurin verið á heimsins hægsta fjallið, sum er Mount Everest.

- Hetta skeiðið snýr seg um at seta sær langtíðarmál og ikki minst at taka av eini stórari avbjóðing, sum tað jú er at fara niðan á Kilimanjaro, greiðir Arne Vatnhamar og heldur fram:

- Túrurin er ein avbjóðing fyri øll - eisini meg sjálvan - hóast eg havi verið hægri uppi. Og tað gevur ein kennskap til, hvat mann kann, og hvat mann orkar. Tað gevur eina ávísa ballast, sigur Arne Vatnhamar

Hóast talan er um hægsta fjallið í Afrika, nýtast leiðararnir ikki at hava tær heilt stóru royndirnar við at ganga í fjøllunum.

- Kilimanjaro er eitt av teimum kendu fjøllunum, sum er lættast at koma niðaná. Túrurin er lagdur yvir seks dagar, so mann hevur tíð at aklimatisera seg. Sjálvandi skal mann helst kunna ganga einar 10 kilometrar uttan steðg, men annars setur túrurin ikki so nógv krøv, sigur Arne Vatnhamar.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024