Frá jammi til country

14.09.2018 - 18:16
MentanTónleikur
Frá jammi til country
Jónas og Sámal Pauli spæla við Magna Christiansen
Sámal Pauli Petersen og Jónas Gaard spæla við Magna Christiansen
Mynd: © Leivur Thomsen  
 
 

Tak niður

Leygarkvøldið klokkan 20 verður konsert í Salt á Drelnesi við Magna Christiansen og bólki. 18 ára gomlu Jónas Gaard og Sámal Pauli Petersen spæla ávikavíst gittar og trummur í bólkinum. Teir greiða frá, hvussu tað bar til, at Magni Christiansen heitti á teir um at koma at spæla við sær. "Tað er ikki bara sum at siga tað at spæla country", eru barndómsvinirnir samdir um, tí, sum teir siga, "so er country tónleikur ikki so líkatil at spæla, hóast tónleikaslagið í fyrstu atløgu kann tykjast einfalt". Teir koma úr einum tónleikaumhvørvi, har tað at jamma er vanligt, so stigið til countrytónleik er rættiliga stórt. Konsertin á Drelnesi er ein "stuðulskonsert", skilt á tann hátt, at yvirskotið fer óskert til fløguútgávu hjá Magna Christiansen. Jónas og Sámal Pauli fáa ikki løn fyri hesa konsertina, men tað fáa teir fyri allar aðrar konsertir, sum bólkurin spælir. Hoyr samrøðuna, sum varð send í Vikuskifti, her

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. november
3-2
87924
Mánadag 19. november
Miss Perfect (4:6)
87155
Sunnudag 18. november
Andaktin
87870
Sunnudag 18. november
Guðstænasta úr Gjáar kirkju
87872
Sunnudag 18. november
Merkisverda Glomma á (3:5)
87464