Góðan morgun Føroyar

Vilja tryggja, at hjálpin kemur skjótt fram
19-10-2018
Eysturkommuna fer at seta eina altjóða skipan í verk við bjargingarnumrum, sum skal gera tað lættari at finna vanlukkustaðið

Í fjørsummar var ein druknivanlukka úti í Bug í Leirvík. Boðini, sum komu inn til 1-1-2, ljóðaðu, at maður var druknaður í bátahylinum í Leirvík. Úti í Bug plagdi at vera bátahylur, men er tað ikki longur. Harafturímóti, so er nýggjur bátahylur longri norðuri í Leirvík. Hetta hevði við sær, at longri gekk at finna vanlukkustaðið, tí leitað varð í nýggja bátahylinum.

Slíkar misskiljingar skulu nú ruddast burtur, og greiðari mannagongdir skulu ásetast. Í norðurlondum verða bjargingarnummur brúkt til at staðseta støð - ítøkiliga merkir tað, at støðini heldur verða skrásett í eini nummarrøð, ið tey, sum ringja til alarmsentralin, skulu upplýsa ístaðinfyri at brúka staðarnøvn.
- Á tann hátt er als ongin ivi um, hvar óhappið ella vanlukkan er hend, og fólk, sum ikki eru staðkend, verða ikki ørkymlað, tá tey skulu siga, hvar tey eru stødd, siga Sørin Djurhuus, átaksleiðari í Eysturkommunu, og Erik Beck, sum samskipar hesa skipan í Danmark.

Tá skipanin er sett í verk, verða bjargingarkransar settir upp saman við einum skelti, har ein bókstavur og eitt tal stendur á. Tað eru hesi, ið fólk skulu upplýsa fyri 1-1-2, tá tey ringja eftir hjálp. Tá alarmsentralurin fær hesi upplýsingar, vita tey júst, hvar tann neyðstøddi er staddur.

Skeltadømið á myndini er uppfunnið.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024