- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Rudda títt heim og broyt títt lív! Tað er slagorðið í KonMari - eitt nýtt fyribrigdi, sum Marie Kondo stendur aftanfyri. Hon hevur skrivað bøkur um upprudding og er vertur á Netflix-røðini "Tidying up", ið fær fólk um allan heim at rudda, sigst. Men hvat er hetta fyri rák, spyrja vit Kathrinu í Geil, lívsstílserfrøðing.
60 ár eru liðin, síðan stóra amerikanska plátufelagið Motown varð sett á stovn. Við stórum popp-stjørnum sum Stevie Wonder, Diana Ross, Marvin Gaye og Micheal Jackson er plátufelagið ímyndin av soul-tónleiki seinastu 60 árini. Vit fara eina tónlistarliga rundferð í universinum hjá Motown.
Miðnámsskúlin í Vestmanna hevur nú 30 ár á baki, og øll hesi árini hevur skúlin, sum fyrst æt Fiskivinnuskúlin, bara havt ein stjóra. Jákup Andreasen er okkara hósdagsgestur í Nón.
Theresa May, forsetisráðharri í Bretlandi, tapti atkvøðugreiðsluna um skilnaðaravtaluna, men hon yvirlivdi enn ein brotasjógv, tá misálitið móti stjórn hennara fall dagin. Hon fer nú at royna at fáa finna eina Brexit-loysn, sum skal leggjast fram mánadagin. Men hvørjar møguleikar hevur hon nú, spyrja vit Regin Berg, stjórnmálarfrøðing, síðst í sendingini.
Sendingin kann hoyrast her.