- Tíðindi, mentan og ítróttur
Credo
Credo: Pápin fórst við Hans Hedtoft
17-02-2019
Viðgerðin fyri sorg var at tiga alt burtur
Hans Hedtoft var nýggja grønlandsskipið, sum skuldi sigla alt árið, við fólki og farmi, millum Danmark og Grønland.
Sagt var, at hetta skipið kundi ikki søkka. Men 30. januar 1959 kom tað í ódnarveður á Kappanum og rendi á eitt ísfjall og bæði skip og manning hvurvu í havsins dýpi.
Bert ein bjargingarkransur rak upp á land í Íslandi. Annar stýrimaður umborð var Hans Richard Jacobsen. Eftir honum sótu einkja og tvær smágentur, Richa og Mariann.
Richa sigur frá, hvussu tað er at liva við sorgini og sakninum eftir pápa, sum hon ikki minnist. Og hvussu alt lívið broyttist hjá teimum og hvussu tað hevur dánað hennara lív.
Credo
Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju.
Vertur: Armgarð Arge
Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, er gestur í hesi serstaku jólaútgávuni av Credo, ið er snýr seg um sálmaskaldið B. S. Ingemann
26-12-2023
Tá børn skeiklast, tí foreldrini ikki megna at geva barninum tryggan barndóm.
03-12-2023
Menn eru meira einsamallir enn kvinnur og tosa eisini minni um trupulleikar, og tað gongur út yvir teirra heilsu og trivnað
26-11-2023
Diakoni er essensurin av livaða kristindóminum millum menniskju.
15-10-2023