- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Fleiri útlendingar og fleiri tjóðskapir enn vit kanska geva okkum far um, búgva í Føroyum. Men hvussu er tað at flyta til Føroyar, hvørjar siðvenjir taka tey við sær, og hvønn týdning hevur tað at hitta sínar landsmenn og kvinnur?
Vit vóru á gátt hjá Jean Dela Cruz til eitt serligt filippinskt høvi í Klaksvík leygardagin.
Hvørjar avbjóðingar hevur tú sum útlendingur, tá tú flytir til Føroyar, og hvussu fáa vit sum samfelag best tikið ímóti teimum, sum vilja búgva her?
Hesar og aðrar spurningar skifta vit orð um við Runu Preetey og David Im.
Hvør er samleikin, tá tú sum útlendingur hevur búð í Føroyum í sløk 30 ár? Spurningin hava vit sett Marilyn og Alex O`Campbell, ið eru ættað av Filippsoyggjunum, og sum fluttu til Føroyar í 1989, 28 og 30 ára gomul.
Enna Garðshorn Mikkelsen er útbúgvin etnologur, og saman við henni umrøða vit eitt nú hvørjir møguleikar - hvat fyri potentiali, ið er í hesum, at útlendingar flyta til Føroyar.
Almennu Føroyar hava ongan integratiónspolitikk, í Havn er hann ávegis, og í Klaksvík er hann settur í gildi. Vit spyrja Jógvan Skorðheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, um eitt nú hvønn týdning hetta hevur haft fyri Klaksvík.
Og dagsins klassikari er táttur, ið verður á skránni hvønn dag í vetur, og í dag verður borðreitt við kendum sekstiáraklassikara, sum kom út í Fjarðeysturi í 1961.
Tú kanst hoyra sendingina her!