- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Spania hevur eina fjølbroytta og spennandi søgu, og hana útgreina vit saman við landafrøðinginum Hans Holm.
Rói Egholm hevur í mong ár selt eins og hann framvegis selur føroyskan fisk í Spania. Rói fer at lýsa ymisk sponsk viðurskifti, eins og hann eisini borðreiðir við einum sera vælsmakkandi sponskum saltfiskarætti við saltfiski úr Skopun,
Sunnudagin fara catalanar kanska til valborðið. Og ein av eygleiðarunum, sum skal tryggja at alt fer rætt fram, er Magni Arge, sum eisini vitjar útvarpsstovuna Nón.
Hevur fótbóltur symbolskan týdning? Og hvør er týdningurin og hvørjar eru kenslurnar, tá fótbóltsfeløgini FC Barcelona og Real Madrid bresta saman í El Classico?
Barcelona telist millum størstu býirnar í Spania, samstundis sum Barcelona eisini er høvuðsstaðurin í landslutinum Catalonia. Og saman við Albert Isfeld nema vit við spanskan arkitektur, catalanskan gotik, Antoni Gaudi, og La Sagrada Familia.
Spanska guitarin og spanskur guitartónleikur er í serflokki, og saman við tónleikaranum Ólavi Jakobsen fáa vit eitt tónaborið innlit í spanska guitarsøgu og tónleik.
Eisini hugleiða vit, saman við Luis Ridau Cruz, ið er føddur og uppvaksin í Sevilla í spanska landslutinum Andalusia, um Spania í dag eins og tíðina, tá Luis vaks upp.
Og í Belgia finna vit Dagsins spansktklingandi sjeytiára klassikara.