- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Eisini vitjar Niels Malmros, ið leikstjórnaði filmin um Barbaru, sum varð frumsýndur í 1997, útvarpsstovuna.
Japanski arkitekturin Hiroshi Sambuichi hevur sína heilt egnu tilgongd til arkitekturin, eitt nú brúkar hann eitt ár til kanningar og fyrireikingar, áðrenn hann teknar fyrstu strikuna. Vit hitta japanska arkitektin, sum eisini nemur við nakað av tí, sum hann hevur sæð í Hattarvík og Elduvík.
Hetta vikuskiftið verða føroyskir Arkitekturdagar hildnir í Havn, og temaið er bústaðir. Orðaskiftið millum Eyðun Eliasen, arkitekt, og Elin Hentze, stigtakara til kjakbólkin Fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í Føroyum, og nevndarlimur í áhugafelagnum Búgva.
Føroyska ferðavinnan hevur av álvara tikið dyk á seg. Men hvørjar eru avbjóðingarnar við einari ferðavinnu í støðugari øking? Hetta er evnið í Eygleiðingini, sum er mannað av Una Arge og Georg Lindenskov Petersen.