Nón

Nón - 6.oktober 1992
05-10-2017
Vit lýsa dagin, tá Sjóvinnubankin fór á húsagang, og føroysku kreppuna í 1990 árunum

Arbeiðsloysi, fiskaloysi og metlágir fiskaprísir, banka- og búskaparkreppa, tvingsilssølur, hópfráflyting, húsagangur, lønarskattur, lønarniðurskurðir og uppsagnir eru reyðu træðrirnir, ið meiri enn aðrir seta dám á 1992.
Og dagurin, sum ivaleyst meiri enn nakar annar er ímyndin av kreppuni, sum rakar Føroyar í 1990unum, er týsdagurin 6. oktober 1992, tá boðað verður frá at Sjóvinnubankin nú fær tilførdan nýggjan kapital, tí annars hevði bankin farið av knóranum.
Og nú tað 6. oktober er fjórðingsøld liðin, síðani dramatiska týsdagin í oktober 1992, fara vit við søguligum brotum og nýggjum samrøðum at rógva aftur á 6. oktober og dagarnar fyri og eftir.
Jóannes Eidesgaard tók við sum landsstýrismaður í almannamálum 15. januar 1991, meðan Torgerð Nielsen gjørdist fyrsti stjórin í føroysku arbeiðsloysisskipanini Als, ið varð stovnað, samstundis sum kreppan var í hæddini.
Og hvussu minnast tey hesi árini...? Jóannes Eidesgaard og Torgerð Nielsen vitja um runda borðið.
Tað vóru Atli Dam, løgmaður, og Jógvan Sundstein, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum vóru boðsendir til samráðingar við donsku stjórnina. Jógvan Sundstein mintist samráðingarnar í Tíðarinnar bakspegili, tá árið 1992 varð umrøtt.
Nógv fólk fluttu av landinum í kreppuárunum seinast í farnu øld. Hans Pauli Strøm, sosilogur, sigur frá um stóru fráflytingina hesi árini.
Sjóvinnubankin rundaði tey seksti 6. oktober 1992. Hvussu minnast starvsfólkini henda dagin, sum byrjaði sum hátíðardagur, men endaði sum ein marrudreymur. Hannelena Mittún var starvsfólk í bankanum.
Fimtan ár eftir skrædlið í 1992 verða Føroya Banki og Eik Banki børsskrásettir, og trý ár seinri - á heysti 2010, fer botnurin undan Eik Banka.
Og í Eygleiðingini, ið verður mannað av Georg Lindenskov Petersen og Hallberu Vest, spyrja vit eitt nú hvat vit hava lært av kreppuni í 1990 árunum.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022