Nón

Nón - Føroyar sum kristin tjóð
10-10-2017
Saman við Astrid og Sámal Júst Ziska Dahl fáa vit ein kaffimunn við rundstykkjum og heimabakaðari køku, áðrenn vit fara í kirkju í Klaksvík

31. oktober eru 500 ár liðin, síðani Martin Luther setti skjøtil á trúbótina, eina viku seinri, hin 7. november, verður kirkjuráðsval í Føroyum, og í stjórnarskipanaruppskotinum, sum varð lagt fram herfyri, stendur, at kristnitrúnnið skal vera veittar serligar sømdir.
Og við yvirskriftini Føroyar sum kristin tjóð viðgera og umrøða vit hesar og aðrar spurningar komandi sløku tveir tímarnar.
Hvat er á skránni sunnudagar...? Vit støkka inn á gólvið hjá Astrid og Sámal Júst Ziska Dahl áðrenn tey fara í kirkju, eins og aftaná kirkjugongdina, samstundis sum vit eisini fara við teimum í kirkju.
Jákup Reinert Hansen er ph.d., lektari í kirkjusøgu. Og saman við Jákupi umrøða vit eitt nú hvønn týdning kristnitrúgvin hevur í føroyska samfelagnum.
Eru Føroyar ein kristin tjóð og hvat merkir tað, eru millum spurningarnar, ið vit seta Rólanti í Skorini, miðnámsskúlalærara í átrúnaði, og Sigri Gaini, kandidati í námsfrøðisligari heimsspeki.
Vit viðgera eisini eitt nú spurningin um munin á átrúnaði millum ættarliðini, tá vit tosa við Helga Eidesgaard, søgufrøðing, og Janni Egholm, ph.d., í átrúnaði og trúgv í Føroyum.
Hvør er arkitektoniski munurin millum føroyskar kirkjur og samkomuhús? Henda spurning seta vit Albert Isfeld, arkitekti.
Og tað er ikki á hvørjum degi, at ein gospelsangur røkkur ovastu rók á hittlistunum. Men tað gjørdist Dagsins klassikari, tá hann fyri 60 árum síðani gjørdist nummar eitt handan hav.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022