Nón

Filmsprát, leiklist, bókmentir, og Rockheim
11-10-2017
Gulla Øregaard og Uni Næs ummæla Morgunstjørnuna yvir Wittenberg eftir Eyð Matras, og vit hitta Sakaris Stórá og Marjun Syderbø Kjelnes

Fríggjakvøldið 6. oktober fór Eyð Matras á pall á fyrsta sinni við nýskrivaða leikinum Morgunstjørnan yvir Wittenberg, ið hon sjálv hevur skrivað. Leikurin snýr seg um Katarinu von Bora, ið var kona Martin Luther Tað er Ria Tórgarð, ið hevur leikstjórnað, meðan Magni Husgaard hevur gjørt tónleikin.
Gulla Øregaard ummælir leikin, eins og Uni Næs, dómpróstur, eisini tekur saman um.
Í farna mánað varð nýggi føroyski spælifilmurin Dreymar við havið, ið Sakaris Stórá hevur leikstjórnað, og hvørs handrit er skrivað av Marjun Syderbø Kjelnes, frumsýndur. Vit hitta rithøvunda og leikstjóra um runda borðið.
Jógvan Arge hevur skrivað eina ørgrinnu av bókum, og nú er hann aftur bókaaktuellur. Og hesuferð er tað við triðja bindi av Krýnikuni, her hann eitt nú nemur við tíðina, tá hann starvaðist á tíðindastovuni Ritzau.
Í Tróndheimi finna vit Rockheim, ið er savnið fyri norskan rock- og populertónleik. Á savninum kanst tú síggja, hoyra og uppliva norsku rock- og poppsøguna, samstundis sum tú eisini kanst vitja forkunnugar tíðarlummar. Vit hava hitt stjóran Sissel Guttormsen.
Fyri yrkingasavnið Sunnudagsland fekk Sissal Kampmann Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsen fyri fagrar bókmentir 2017. Og í hesum sambandi leita vit aftur á Mentanarcaféina, ið varð send 11. mai 2016. Og hetta visti Sissal ikki av...
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022