Nón

Nón - tveir 60 ára føðingardagar
12-10-2017
Karl Martin Samuelsen og Tóroddur Poulsen runda 60, Eir í Ólavstovu nýggjan film um útróðrarpar av Eiði, og Eygleiðingin um náttúruvernd

Í dag rundar ein av okkara fremstu popp- og rocksangarum tey seksti. Vit práta við Karl Martin Samuelsen um tónleikin, og hoyra eitt nú eina sera forkunnuga upptøku, har Karl Martin syngur rock n roll 9 ára gamal.
Rithøvundurin og listamaðurin Tóroddur Poulsen verður eisini 60, og í hesum sambandi verður skipað fyri listaframsýning, og plátu- og bókaútgávum í Steinprenti leygardagin. Vit tosa við Tórodd Poulsen, Kinnu Poulsen, og Jan Andersson.
So passaligt fyri tvey eldri fólk er heiti á filmi, sum verður at síggja á Eiði í kvøld. Eir í Ólavstovu, sum hevur gjørt nýggja filmin um tilkomna útróðrarparið, sigur okkum um eitt nú søgugongdina í filminum, og hví tað er umráðandi at gera ein tílíkan film.
Í Eygleiðingini hesuferð viðgera Aslaug Gisladóttir og Sólvit Nolsøe evnið náttúruvernd.
Og dagsins klassikari er sangur, sum kom út í 1978.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022