- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Søgufrøðingarnir Erling Isholm og Elin Súsanna Jacobsen greina føroyska rúsdrekkasøgu, og Árni Rein, ið er alkoholikari og leiðari á Heilbrigdið, sigur okkum um avleiðingarnar av rúsdrekka. Eisini hoyra vit brot frá 1972 og 1973 í samband við fólkaatkvøðuna tá, eins og tá rúsdrekkalógin varð broytt, og Rúsan lat upp í 1992.
Vit vitja eisini í ølklubbanum Mimir, har vit hitta Sonna Smith og Nemus Napoleon Djurhuus. Eisini støkka vit inn á gólvið á Føroya Bjór, har Einar Waag og Annika Waag siga okkum hvussu mynstrið, sæð við teirra eygum, er broytt eins og nomið verður við nýggju whiskyframleiðsluna.
Og vit fáa eisini vitjan av Leif Sørensen, kokki, sum sigur frá mat-.og rúsdrekkamentan. Eitt nú verður nomið við, hvat riggar væl afturvið føroyskum mati.
Tú kanst hoyra sendingina her!