- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Í hesum døgum verður skemtileikurin 'Allo 'Allo spældur fyri fullum húsum í Losjuni í Gøtu - og Losjan Glottin er eitt sera virkið felag.
Vit hava vitjað í Gøtu, har vit tóku pulsin í tí charmerandi lítla leikhúsinum við tí nógva virkseminum.
List úr Norðoyggjum er heitið á forkunnugari listaframsýning, sum letur upp á Listasavni Føroya fríggjadagin 10. november. Vit hava verið og fregnast.
Í dag eru fimti ár liðin, síðani viðurkenda tónleikatíðarritið Rolling Stone kom út á fyrsta sinni. Og saman við Sonna Smith og Ivani Hentze Niclasen nema vit eitt nú við hvønn týdning tíðarritið hevur og hevur havt.
Støðan á ávísum pørtum av almenna arbeiðsmarkanðinum er kanska heldur spent í løtuni. Vit skifta orð um sáttmálastøðuna yvirskipað, tá Selma Ellingsgaard, fyrrverandi forkvinna í Starvsmannafelagnum, kemur á gátt.
Og arbeiðsmarknaðurin verður eisini á breddanum í Eygleiðingini, sum hesuferð umrøður arbeiðsmarknað, sáttmálar og lønarviðurskifti. Og dagsins eygleiðarar eru Uni Arge, journalistur, og Sólvit Nolsøe, stjórnamálafrøðingur.
Tú kanst hoyra sendingina her!