Nón

TemaTýsdagur - Menniskja og náttúran
14-11-2017
Hvørji øki í Føroyum skulu friðast og hví, hvørji atlit skulu takast, tá stórir bygningar verða bygdir, og tá vinnulívið skal økja um virksemið

Hetta eru nakrir av spurningunum, ið verða viðgjørdir í TemaTýsdegnum hesuferð, nú evnið er Menniskja og náttúran.
Vit leggja fyri við júst hesum hugtaki, tá Jógvan D. Hansen, heimsspekingur, og Magnus Gaard, lívfrøðingur, fara at hugleiða um evnið Menniskja og náttúru, eitt nú við støði í tí filosofiska, eksistensiella og náttúruvísundaliga.
Hvussu fara vit fram, tá stórar eindir skulu byggjast, og í hvønn mun skal hugsast um lendi, náttúru, og tað, sum frammanundan er bygt? Hesar og aðrar spurningar viðgera vit saman við Albert Isfeld, arkitekti, og fara á eina arkitektoniska snarferð til Havnar, inn á Skála, yvir á Glyvrar, og norður til Klaksvíkar.
Í Havn vitja vit Tórsbyrgið, á Skála er evnið nýggja dokkhøllin, á Glyvrum umrøða vit nýggja framleiðslubygningin hjá Bakkafrosti, og í Klaksvík er tað Heimið við Vánna, ið verður umrøtt.
17. november verða undirskriftirnar, ið FNU savnar fyri at fáa økið vesturi á Víkum í Vágum friðað, sendar yvirfriðingarnevndini.
Hvat er hetta fyri eitt økið? Vit fáa eina frágreiðing frá lívfrøðinginum Janusi Hansen.
Vit seta eisini spurningin um hví økið vesturi á Víkum skal friðast, tá Sigurd Nordendahl, landafrøðingur, og Teresa Jákupsdóttir, nevndarlimur í Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag, skifta orð um evnið.
Eisini spyrja vit Atla Gregersen, stjóra í alifyritøkuni Luna, hví alast skal vesturi á Víkum og hvussu alingin kann skipast.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022