Nón

Nýggi dagstovnurin verður bygdur inn í lendið
16-11-2017
Politiska støðan verður viðgjørd í Eygleiðingini, og Oddfríður Marni Rasmussen hevur júst latið úr hondum nýggja yrkingasavnið Og.

Hvør er tilgongdin, tá ein nýggjur dagstovnur skal byggjast, hvørji ástøði eru galdandi, og hvønn týdning hevur góður arkitekturur, tá talan er um ein dagstovn?
Leygardagin 11. november vóru tey fimm uppskotini í arkitektakappingini hjá Eysturkommuna til nýggjan dagstovn við Gøtugjógv sýnd fram fyri almenninginum. Vit vóru við Gøtugjógv, har vit hittu formannin í dómsnevndini Hans Mourits Foldbo, Rannvá Reginsdóttir Hentze og Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, ið eru ávíkavist varaleiðari og leiðari á dagstovninum Gjáa, Albert Isfeld, arkitektur, metur um vinnarauppskotið, og vit tosa við Ósbjørn Jacobsen, arkitekt, hvørs teknistova hevur teknað uppskotið, ið vann kappingina..
List úr Norðoyggjum er heitið á forkunnugari framsýning, sum kann síggjast á Listasavni Føroya. Á ferniseringini fríggjadagin hittu vit Hera Ellingsgaard, Dáva Winther, Ísak Johannesen og Nils Ohrt. Eisini hoyra vit brot úr setanarrøðuni, sum Signhild Johannesen, forkvinna í mentanarnevnd Klaksvíkar býráð, helt.
Oddfríður Marni Rasmussen hevur í dag latið úr hondum yrkingasavnið Og. Og skaldið hevur vitjað um runda borðið í Nón.
Eygleiðingin er fastur táttur í Nón hósdag, og hesuferð viðgera og umrøða vit politisku støðuna. Og tað er saman við Georg L. Petersen og Sólvit Nolsøe.
Sunnudagin 19. november er tjóðardagur Monako, og tískil siga vit eitt sindur landið, ið er heimsins næst minsta, tá talan er um sjálvstøðug lond.
Borðreitt verður eisini við Dagsins klassikara, og hesin klassikarin snýr seg á ein sera inniligan hátt um heimstaðin.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022