Nón

Tema Týsdagur - hvat er ein rættur maður
21-11-2017
Hvat eyðkennir mannin í dag, og hvørjar eru avbjóðingarnar? Í hesum kallskynstematýsdegi er maðurin í miðdeplinum

Hvat er eitt ordiligt mannfólk, og hvørjar avbjóðingar hava menn? Vit hitta Kenneth Reineche, ið er lektari í mannfólkagransking á Roskilde Universiteti.
Hvat eyðkennir føroyska mannin í dag, og hvør er leikluturin hjá føroyska manninum í seinmodernaða samfelagnum? Firouz Gaini, mannfrøðingur, hevur granskað í hesum evni.
Vit fáa eisini vitjan av Ólavi Ellefsen, ið er íverksetari og formaður í javnstøðunevndini, og Helga Rasmussen, sálarfrøðingi, ið fara at skifta orð um tað at vera maður í dag.
Í hvønn mun er samleikin tengdur at klæðunum, og hvat ger tað við menn, at tað er kvinnan, sum avgerð hvørji klæðir hann skal í? Katrina í Geil, designari, fer at svara hesum spurningum miðskeiðis í sendingini.
Tað er ein sannroynd, at menn liva styttri enn kvinnur. Men hvussu eru menn fyri, tá talan er um sjúku og heilsu? Pál Weihe, granskari og fyrrverandi formaður í Fólkaheilsuráðnum, vitjar um runda borðið.
Teir eru javngamlir og hava gingið í sama flokki í fólkaskúlanum, men í aðrar mátar minna teir eftir øllum at døma ikki um hvønn annan. Vit fáa vitjan av Bjarna Nielsen, ið er Føroya sterkasti maður, og Mike Viderø, ið er sjónleikari og sangari.
Í sendingini løgdu vit út við spurninginum Hvat er ein rættur maður? Vit hava spurt okkara kvinnuligu starvsfelagar, og teirra svar hoyra vit um eina løtu.
Og tað vóru eisini fleiri, sum nýttu høvi at siga sína hugsan um rætta mannin. Tað hoyra vit meira um, tá sendingin er hálvrunnin.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022