Nón

Nón, nýskrivaður útvarpsleikur, Vølvuspá og Utopia
22-11-2017
Eisini fáa vit eitt gott bókaprát við Trygva Danielsen, Kim Simonsen og Vónbjørt Vang, eins og vit hitta norska sangaran Moddi

Vøluspá er eitt hitt fremsta fornnorrøna kvæðið í Eldru Eddu. Og nú hevur Heðin M. Klein umsett verkið til føroyskt. Vit hitta Heðin um runda borðið um eina løtu.
31. mai var vinnarin av stóru útvarpsleikritakapping kringvarpsins avdúkaður, og sunnukvøldið verður høvi at hoyra spildurnýggja leikin. Vit fara at fregnast um leikin og hvussu leikurin er gjørdur.
Í farnu viku hittu vit Eilif Samuelsen, sum farnu árini hevur umsett fleiri stórverk til føroyskt, og sum júst nú hevur latið stórverk Thomas Moore, Utopia, í føroyskan málbúna. Ivan Hentze Niclasen tosar um stórbæra verkið.
Sangir kunnu fáa stóran søguligan týdning, og fleiri sangir verða eisini bannaðir. Á plátuni Unsongs hevur norski sangarin Moddi sett saman eina spennandi plátu við 12 sangum, sum, í fleiri londum, hava verið bannaðir. Vit skifta orð við Moddi, sum í næstum hevur tríggjar konsertir í Føroyum. Fyrsta konsertin verður í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið 26. november, onnur konsertin verður í Spaniastovu í Klaksvík mánakvøldið 27. november, og triðja konsertin verður í Listastovuni í Miðvági týskvøldið 28. november.
Og Bókadagarnir nærkast í hvørjum, og vit frætta frá Trygva Danielsen, Kim Simonsen og Vónbjørt Vang.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022