Nón

Politiska støðan verður umrødd og viðgjørd
23-11-2017
Orðaskifti millum Høgna Hoydal, Poul Michelsen, Bárð Nielsen og Jørgen Niclasen, og Helena Dam á Neystabø tosar um støðuna í Javnaðarflokkinum

Fýra floksformenn umboða samgongu og andstøðu, tá Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, Poul Michelsen úr Framsókn, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum, og Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum manna runda borðið.
Javnaðarflokkurin stendur seg ikki væl í nýggjastu veljarakanningini, og tað hevur eisini verið ein avbjóðing at fáa tingmanningina at standa saman. Vit skifta orð við Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu í tingbólki Javnaðarflokksins, um innanhýsis støðuna.
Fólk eru ósamd á máli, tá talan er um fiskivinnunýskipanina. Men at málið er fløkt, halda tey flestu. Fyrst í seinna tímanum fara vit - saman við Rógva Olavson, sosiologi, at lýsa høvuðsendamálini við fiskivinnunýskipanini.
Eygleiðingin er fastur táttur hósdag. Og í dagsins Eygleiðing fara Hallbera West, stjórnmálafrøðingur, og Uni Arge, journalistur, at greina politisku støðuna.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022