Nón

TemaTýsdagur - bilurin sum amboð og lívsstílur
28-11-2017
Minnist tú teir gomlu brandbilarnar í Klaksvík? Og gomlu Yamaha knallertirnar? Og Fólkavognin hjá Halleluja Sofusi? Og hvussu er at koyra trailara?

Fyri summi er bilurin amboðið, ið skal flyta teg úr einum staði í hitt, meðan bilurin fyri onnur er eitt listarverk og ein partur av lívsstílinum.
Og í dag lýsa vit bilin og bilmentanina úr ymiskum sjónarhornum, og vit byrja við einari nútíðarsøguligari frásøgn.
Brynhild Høgnadóttir er stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Hon fer at útgreina í hvønn mun hugburðurin er broyttur, tá talan er um ferðslutrygd.
Nógv eru tey, sum pendla langar teinar til og frá arbeiði. Men í hvønn mun koyra fólk saman? Vit skifta orð við Mariu Gunnleivsdóttir Hansen.
Mong eru tey, sum sera eldhugaði hava áhuga fyri ellisakførum og spennandi bilum og súkklum yvirhøvir. Og fyri bilentusiastar eru tveir sera forvitnisligir sløkkiliðsbilar frá 1959 og 1974 at finna á føroyskum plátum. Og saman við Ernst Vágsgarð og Karl Sofus Heimistovu fara vit at fregnast um í hvørjum standi bilarnir eru í.
At koyra trailara er annað og meiri enn bara eitt arbeiði. At byrja við í seinra tímanum fara vit á gátt í sera snøgga Scania stýrhúsinum hjá Kristiani Mikkjalssyni, har vit tosa um eitt nú gerandisdagin, lívsstílin, og hvat tað kostar, tá eisini lastbilurin skal hava eina persónligheit.
Tey eru ivaleyst mong, ið minnast snøggu Yamaha knallertirnar frá sjeyti- og áttatiárunum. Og ein teirra er Grækaris Gregoriussen, sum hevur høvuðsumvalt eina 30 ára gamla 50 cc Yamaha knallert. Vit hava fregnast heima í bilskúrinum.
Halleluja Sofus er bilentusiasturin omanfyri allar hinar. Og ivaleyst eru tey mong, sum eru hugtikin av umbygda plússklæddu Fólkavogninum við Mercedes gron. Halleluja Sofus sigur okkum søguna um henda sera sermerkta fólkavognin - og okkurt afturat.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022