Nón

TemaTýsdagur, Finnland 100 ár sum sjálvstøðug tjóð
05-12-2017
Tað var ein baldrut byrjan, sum nýggja finska fullveldið fekk fyri 100 árum síðani, tí fyrstu fjórðingsøldina vóru heili fýra kríggj í Finnlandi

Finnland - Suomi - er ein ung sjálvstøðug tjóð. Tað eru bara 100 ár síðan, at Finnland fekk fullveldi, og tók valdið í egnum landi. Tað hendi 6. desember 1917.
Áðrenn hetta var Finnland eitt stórfyrstadømi undir Russlandi við egnum tingi og ávísum sjálvstýri. Tað hevði Finnland verið síðan 1809, men áðrenn tað var Finnland partur av svenska ríkinum í eini 700 ár.
Hans Holm sigur okkum um finsku søguna, eisini um borgarakríggið í 1918 og tey trý kríggini, sum Finnland var við í frá 1939 til 1945.
Henrik Wilén er finni, og hevur starvast á finsku sendistovuni í Keypmannahavn og í Stockholm. Í dag er Wilén skrivari í Foreningerne Nordens Forbund. Og saman við Wilén umrøða vit fleiri partar av finska samfelagnum.
Hvussu er at vaksa upp og búgva í Finnlandi? Anna Söderlund og Sari Lesch eru báðar finnar, ið eru búsitandi í Føroyum.
Mumitrøllini eru eitt finskt fyribrigdi, ið børn og barnsligar sálir um allan heimin hava tikið til sín. Rakel Helmsdal fer at seta orð á Mumi universið.
Jean Sibelius er óiva kendasta tónaskald Finnlands. Vit spyrja Sunleif Rasmussen, hvat tað er, sum er so serligt við Sibelius.
Hedvig Westerlund Kapnas, ið er ættað úr Finnlandi, og sum í fleiri ár búði í Føroyum, flutti herfyri aftur til Finnlands. Vit hava vitjað Hedvig á hennara heimabeiti.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022