Nón

Carl Jóhan Jensen 60 ár
06-12-2017
Vit hitta høvundan sjálvan. Eisini fara Vár í Ólavsstovu, Oddfríður Marni Rasmussen og Kinna Poulsen at umrøða skaldskapin hjá Carl Jóhan Jensen

Leygardagin 2. desember rundaði rithøvundurin og skaldið Carl Jóhan Jensen tey seksti, og í samband við dagin fara vit á MentanarMikudegi at lýsa hansara skaldskap.
Vit fáa vitjan av Vár í Ólavsstovu, ið fer at umrøða skaldskap Carl Jóhan við støðið í skaldsøguni Bókin um tað góða.
Oddfríður Marni Rasmussen fer eitt nú at tríva í aftur røðu, hann helt fyri Carl Jóhan føðingardagin.
Og Kinna Poulsen fer at ummæla nýggju skaldsøguna Sær - ein fuglabók av gloymsku.
Harumframt fer Carl Jóhan Jensen sjálvur at siga frá um nýggju skaldsøguna, eins og nomið verður við aðrar tættir eisini.
Og nú Finnland í dag hátíðarheldur 100 ára dagin sum sjálvstøðug tjóð, er tónleikurin, ið spældur verður, úr Finnlandi.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022