- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Hvør er munurin millum Agape og Eros, og hvønn týdning hava hesir fyri kærleikan. Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við Rólandi í Skorini.
Hvørjar avbjóðingar eru í parlagnum? Vit tosa við psykoterapeutin Margret Mortensen og sexologin Biritu Lamhauge Jóansdóttir.
Hvat hendir við okkum, tá vit gerast ásttikin og rúsandi kenslan av forelskilsi skolar gjøgnum kropp og heila? Saman við Erlingi Fles, sálarfrøðinguri, leggja vit út í seinna hálvleiki við at nágreina vísindaliga, hvat hendir í heila og kroppi, tá vit gerast forelskað.
Tey funnu saman, áðrenn vit hoyrdu um The Summer of Love í 1967... Vit hitta Katrina og Ivan Johansen, sum funnu saman fyri 53 árum síðan, og sum framvegis eru par.
Í dag eru tað fleiri og fleiri, ið hittast á talgildum datingsíðum, men soleiðis var ikki, tá unga parið Annika Steintórsdóttir og Heri Schwarz Jacobsen hittust á fyrsta sinni. Vit fáa fittu og sermerktu søguna, tá tey vitja í Nón í dag.
Og hvat eyðkennir ein góðan kærleikssang. Hendan spurning seta vit Ólavi Olsen, ið er tónleikari og tónleikalærari, samstundis sum vit eisini fáa nakrar tónabornar kærleiksbitar.
Tú kanst hoyra sendingina her!